Mín hvíld er í Himli, mín hvíld er ei her

Orð: Henry F. Lyte
Lag: Jens Guttesen, William Croft, Henry John Gauntlett
Týtt: Jákup Olsen

1. Mín hvíld er í Himli, mín hvíld er ei her;
hví skal eg tá stúra, um andróður er!
Um deyðin enn hótti, hvat gjørdi tað, sál!
Tað styttir bert ferðina, ber teg á mál.

2. Her er einki stað, sum mær veita kann trygd,
her er ikki heimið, har vón mín er bygd;
mær leingist, har Jesus nú reiðir mær stað,
mót landinum, sum ikki synd hevur sæð.

3. Her stormarnir ýla, og bylgjan er há,
og myrkur og toka er leiðini á;
eg trygt tó kann hvíla við Jesusar bróst,
og skjótt er mítt skip, har sum alt verður ljóst.

4. Er møði og vandi á ferðini her,
tá hvílan har uppi bert søtari er,
um sorg ella gleði – hvør mikið tað galt –
har heima at vera, tað bøtir mær alt.

5. Við Jesus’ í hjarta, hans orð mær í hond,
eg ferðist við skund gjøgnum fíggindans lond;
um gøtan er ósløtt, hon er tó ei long –
so ferðist eg heiminum móti við song.

FavoriteLoadingGoym tekstin