Mín Jesus eg elski Teg

Orð: W. R. Featherston
Týtt: Johs. Andr. Næs
Upprunaheiti: My Jesus I love Thee, I know Thou art mine

1. Mín Jesus eg elski Teg, og tí frá í dag
eg vil Tú skalt reka mær hvønn syndhug avstað.
Mín náðigi dómari, mín Frelsari ert Tú,
um fyrr eg ei kendi Teg, so elski eg Teg nú!

2. Tú fyrstur við kærleika ert komin til mín,
og størstan mær tókti hann við krossdeyðan Tín;
við sigrandi krúnu í deyðan gekst Tú,
um fyrr eg ei kendi Teg, so elski eg Teg nú!

3. Og nú vil eg elska Teg í lívi og deyð’,
og lovsong Tær syngja hátt, Tín náði mær beyð;
eg teska vil til Tín við deyðans kalda blund:
Mín Jesus, eg elski Teg nógv mest í hesi stund!

4. Ja, einaferð skal eg Teg so klároygdur sjá,
og sigursins krúnu Tú manst geva mær tá,
eg syngi tá sælur í Himnanna bú:
Eg havi ei, Jesus mín, Teg elskað sum nú!

FavoriteLoadingGoym tekstin