Mín Jesus er mín borg so góð

Orð: Vernon J. Charlesworth
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Mín Jesus er mín borg so góð,
eitt skýli gjøgnum neyð og stríð,
mín friður, tá mín sál er móð,
ein hvíldarstaður alla tíð.

Niðurlag:
Ja, Jesus er ein klettur á turrum stað,
á turrum stað, á turrum stað,
ja, Jesus er ein klettur á turrum stað,
ein hvíldarstaður alla tíð!

2. Á degi skjól, á nátt mín vakt,
eitt skýli gjøgnum neyð og stríð,
mín lívd, mín vernd mót Satans makt,
ein hvíldarstaður alla tíð.

3. So leingi trúgvin roynast kann,
eitt skýli gjøgnum neyð og stríð,
og í Guds ríki verður hann
ein hvíldarstaður alla tíð.

FavoriteLoadingGoym tekstin