Mín Jesus, kunnugt tað er tær

Orð: Helgi Hálfdánarson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur leysliga í 2006.

Mín Jesus, kunnugt tað er tær,
hví fíggindin meg alsamt slær,
hann vil til heljar svíkja sál,
frá sannleiks orðum reingja mál,
frá verki rætt tú hefta hond
og loys til lívs øll syndabond.

Lat hann ei kunna forða mær,
o, Harri, her at lova tær,
lat hann ei meina vegin tann,
so ei eg hoyri sannleikan,
lat hann ei káma sálarsjón
og sløkkja mína trúgv og vón.

Um fellir hann meg, skjótt meg reis,
um fjøtrar hann meg, brátt meg loys,
um villir hann meg, blítt mær bend,
um blindar hann meg, ljós mær send,
um ræðir hann meg, ver mær hjá,
um tølir hann meg, styrk meg tá.

O, lækni, Jesus, lív mítt alt,
o, verm tú tað, sum enn er kalt,
tí vætu gev, sum visna fer,
tað verða reint, sum blettað er,
tað búnast, sum er fátækt, eytt,
til lívs tað vek, sum nú er deytt.