Mín Jesus, lat mítt hjarta fá

Orð: Bjørn Lund
Lag 1: Carl Nielsen
Lag 2: Joh. Crüger
Týtt: Jákup Dahl

1. Mín Jesus, lat mítt hjarta fá
ein slíkan hug at tær,
at nátt og dag tú vera má
ómissandi hjá mær.

2. Tá fer mín náðitíð og stund
so sæl og góð og glað,
tí at tú kemur á mín fund,
mær signar hvønn ein dag.

3. Mítt hjarta, tá tað aftnar her,
skal hvíla við títt navn,
og tá mín sól til viðar fer,
eg leggist í tín favn.

4. O, leið meg tá frá synd og sorg
í hvítum rættferðskrúð
til himmiríkis glæstriborg,
til dýrd í himnabú.

FavoriteLoadingGoym tekstin