Mín Jesus, mín hirði

Orð og lag: Darlene Zschech
Týtt: Britt Rasmussen

Mín Jesus, mín hirði, ikki finst ein sum tú.
Hvønn lívsins dag prísa vit glað
tí kærleika, ið veittur varð.
Mín gleði, mín verja, borg mín og skjøldur tú ert,
alt, í mær er, hvørt andadrag,
altíð tær vil prísa hátt.

Rópa av frøi, syng fagnaðarsong,
heiður og hátign til konganna Kong!
Fjøll, rópið glað, brúsi hvørt hav,
tá títt navn verður nevnt!
Fegnast eg má um alt handaverk títt,
kærleiksband ævigt við teg nú er knýtt.
Einki kann metast við lyftini, tú mær gav.

FavoriteLoadingGoym tekstin