Mín Jesus, eg takki tær fyri títt stríð

Adoniram Judson Gordon
Orð: Nicolina Frederiksen
Lag: Adoniram Judson Gordon

1. Mín Jesus, eg takki tær fyri títt stríð!
Við Golgata krossin varð sál mín gjørd frí.
Ja, nú kann eg syngja og vitna um teg;
tí, Jesus, tú ofraði teg fyri meg!

2. Mín Jesus, so signaðan stað eg ei sá
sum niðri við krossin, tú hongdur vart á!
Ja, Jesus, hitt staðið er dýrabart mær,
og betur eg takki, tá eygað teg sær!

3. Mín Jesus, tín koma í hondum nú er
at taka til tín tey, tú elskaði her!
Og heima hjá tær er ei grátur og sorg,
har skulu vit gleðast í Himmalsins borg.

FavoriteLoadingGoym tekstin