Mín Jesus veit, tá leið mín trong er

Flóvin Tyril
Orð og lag: Mosie Lister
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: He knows just what I need

1. Mín Jesus veit, tá leið mín trong er,
tá einsemi og pína slær.
Hann sær hvørt tár og alt, teg tyngir,
veit ráð og ugga veitir tær.

Niðurlag: Mín Jesus veit, hvat nýtist mær.
Áh, ja, hann veit, hvat nýtist mær.
Hann troyst mær ber
og tørv mín nøktar her,
ja, hann veit, hvat nýtist mær.

2. Mín Jesus veit, tá eitthvørt nívir,
veit, hvat mítt hjarta bera kann,
meg lyftir upp, tá mótið fellur –
sum eingin annar troystar hann.

3. Tá aðrir vinir tykjast svíkja
og dimm og vónleys er mín leið,
tá veit eg, at hans hond mær heldur,
hann teskar: „Óttast ikki, nei!“