Mín lítla sól

Orð og lag: Trille Bodil Nielsen
Týtt úr donskum: Hanus Kamban

1. Millum bilarnar,
sum strúka alt ov nær,
við síni nýggju tasku gongur hon og lær.
Mitt í meldrinum í býnum
gongur sólin mín og skínur.
Eg eigi mær eitt akker,
eg eiti mær eitt tímaglas,
eg eigi eina sól
so bjarta.

2. Leiðin heim tað er ein ferð um ríkir fjar.
Ja, tú skuldi bara vitað alt, hon sær.
Gravkýr glepsa eftir henni,
teir selja fisk á Kongabrúnni.
Eg eigi…

3. Tá hon heilskapað úr býnum sloppin er,
áðrenn av eg veit, hon gjøgnum túnið fer.
Hon hevur longu mist tveir jakslar,
hon sigur ongum, hvar hon hevur lagt teir.
Eg eigi…

4. Kom, mín lítla sól, og bræð burt móðursút.
Kom, mítt bryggjubál, sum aldri kólnar út.
Tú, sum ert kveikt í lívi mínum,
ja, tað ber til í búki sínum
at smíða sær eitt akker,
at stoypa sær eitt tímaglas,
at tendra eina sól
so bjarta.