Mín loðsur Harrin Jesus er

Johann Michael Haydn
Orð: Árni Jacobsen
Lag: Johann Michael Haydn

1. Mín loðsur Harrin Jesus er,
trygt heim meg leiðir hann
til staðin, hann til reiðar ger,
ei sjálvur heim eg fann.
Í kærleika hann talar milt,
við stormin sigur: „Tig, ver stilt!“
Hans veldi allar ævir er,
og hann, bert hann av øllum ber:
Guds einborni,
sum seg sjálvan ofraði.

2. Hoyr, sál, sum gongur heimsins veg,
hvat Harrin bjóðar tær:
„Legg tungu byrðina á meg,
frið, hvílu sálin fær.“
Og lyfti Harrans svíkja ei,
hjá tær hann er á tíni leið.
Tá deyðin kallar teg til sín,
tá stendur lyftið, at sálin tín
um alla tíð
skal búgva Harrans ríki í.

FavoriteLoadingGoym tekstin