Mín Nannie er frá

Christian Matras
Orð: Robert Burns
Lag: Eg gleddist við smálomb
Týtt: Christian Matras

1. Nú klæðist í grønstakkin náttúran blíð
og livir í lombum, sum jarma í líð,
og fuglum, sum fegnast í fjarrgrønu lág;
men einki meg frøir – nú Nannie er frá.

2. Við snjógv-urt og primlum er skóglendið prýtt,
og viólirnar vaða um døggvøllir vítt;
meg nítur, so søtan tær vagga á strá,
eg hugsi um Nannie – og Nannie er frá.

3. Tú lerkur, sum stígur úr døgg upp um lond
at boða øllum hirðum, at ljós er í hond,
tú trøstur, sum letur, tá nátt fellur á,
lat av tú at ugga – nú Nannie er frá.

4. Kom heyst, dapra heyst, klætt í gulligt og grátt,
og sissa við boum um náttúru nátt,
kom hulduligt vetrardun, snjófok, kom á,
mín einasti uggi – nú Nannie er frá.

FavoriteLoadingGoym tekstin