Orð og lag: Daniel W. Whittle
Týtt: Victor Danielsen
1. Mín sál, áh, syng um Jesus, sum
til Gud teg vann við blóðinum,
sum loysti teg frá dómsins stund
og setti teg á hellugrund!
Niðurlag:
Áh, frelsugrund við Kristi kross,
áh, frelsugrund, mítt hvíldarpláss!
Ja, tær eg prísi hvørja stund,
sum setti meg á frelsugrund.
2. Eg einaferð langt burtur var,
Guds orð, Guds lív var ókent mær,
eg svav hin trygga deyðans blund,
men standi nú á frelsugrund.
3. Áh, stund, áh, stund, tá fyrst eg fann,
at Jesu blóð í mín stað rann!
Eg lívið fekk í somu stund
og standi trygt á frelsugrund.

