Mín sál er frelst, halleluja

Orð: Julia Sterling
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Jákup Olsen

1. Mín sál er frelst, halleluja,
mín sál, úr bondum frí,
í Jesusi fann hvíldarpláss,
ja, nú og alla tíð!

Niðurlag:
Mín sál er frelst, mín sál er frelst,
er loyst og sæl og frí;
hav, Jesus, takk, mín sál er frelst,
í dag og alla tíð!

2. Eg sá, og hygg, frá krossinum
ein frelsukelda rann!
Og hjarta mítt fann reinsan har,
mín sál har frelsu fann.

3. Burt svann mín skuld, mín sál varð frí,
tað gjørdi Jesu blóð,
og enn í dag hon reinsa kann,
mín frelsukelda góð.

4. Ja, Jesu navni veri prís!
Eg veit, at hann er mín,
og Andin vitnar fyri mær,
at hann meg tók til sín.

5. Og tá eg síggi dýrdina,
sum einki eyga sá,
tá skal eg prísa Jesusi,
út loystur! syngja tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin