Mín sál er glað og hjartans fró

Orð: Lina Sandell
Týtt: Victor Danielsen

1. Mín sál er glað og hjartans fró,
tí at eg Jesus fann;
hann er mítt lív, mín gleði góð,
ja, alt, eg ynskja kann.

2. Hann er mær meir enn gull og fæ
og meir enn dagligt breyð,
hann mína synd tók burtur, ja,
og loysti meg úr neyð.

3. Mær meir enn lív og sál er hann
og jørð og Himmal við;
í honum sælan lut eg fann
og tryggan hjartafrið.

4. Ja, arma brúður valdi tú,
men valið var jú frítt;
eg beri tó eitt kongaskrúð,
tí hygg, alt títt er mítt!

5. Stór náði tín og miskunn var
og víst títt frelsuráð;
lov, prís og heiður veri tær,
at eg tað fekk at sjá!

FavoriteLoadingGoym tekstin