Mín sál er glað, tí hon er frelst

Týtt: Victor Danielsen

1. Mín sál er glað, tí hon er frelst –
prísið, lovið Harranum! –
Í Jesu navni ævigt frelst,
prísið, lovið Harranum!
Ja, hann læt fyri meg sítt blóð
og fyri meg í stríðnum stóð;
við krossin frið fann sálin móð,
prísið, lovið Harranum!

Niðurlag:
Áh, prísið, lovið Harranum,
sum frelsti meg frá deyðanum
og tváaði í blóðinum –
prísið, lovið Harranum!

2. Hvør gott at vera eitt Guds barn,
prísið, lovið Harranum!
Fyrr bant meg synd og Satans garn,
prísið, lovið Harranum!
Eg klettinum nú standi á,
í Jesusi meg frelstan sá,
og aldri skal meg dómur ná,
prísið, lovið Harranum!

3. Eg sælur eri hvørja stund –
prísið, lovið Harranum! –
Og hvíli trygt á blóðsins grund,
prísið, lovið Harranum!
Tí Jesus er mín rættvísi,
mítt lív, mítt ljós, mín sæla við,
í honum fann mítt hjarta frið –
prísið, lovið Harranum!

FavoriteLoadingGoym tekstin