Mín sál er nú lukkulig vorðin

Týtt: Victor Danielsen

1. Mín sál er nú lukkulig vorðin
og syngur so glað og so fró,
mær frelsunnar boð eru borin –
hvør vóru tey tíðindi góð!

Niðurlag:
Ja, nú ljós er mín ferð,
Jesus vinur mín er,
mín trúfasti Frelsari!
Í hans felagi eg
ferðist tryggur mín veg
til heimstaðið gott
í Himlinum hátt.

2. Eg sælur í frið havi gingið,
alt síðan hann vinur mín varð,
eg skýli í trongd havi fingið,
í vandanum vernd er hann mær.

3. Mín byrði hin tunga er svunnin,
tí náðina havi eg sæð,
mær frælsisins morgun er runnin,
og náttin mær broytt er í dag.

4. Á klettinum æviga hvílir
mín sál, og har eigur hon frið,
ei stormur, ei fíggindans pílur
meg sakar við Frelsarans lið.

FavoriteLoadingGoym tekstin