Mín sál, Gud, lov og tøkk tær beri

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag: Anfinn Øien (Guðs kirkjulið er heimsins)
Viðmerking: Yrktur 27. juni í 2007.

1. Mín sál, Gud, lov og tøkk tær beri
og alt, sum mær í barmi er.
Hálovað, heilagt navn títt veri,
tí miskunn tín av øllum ber!
Hon heldur á alt æviskeið
sum fjallið sterk og svitast ei.

2. Tú misbrot míni fyrigevur,
og sóttir mínar grøðir við,
mítt lív frá grøv tað loyst tú hevur,
í tær eg eigi sálarfrið,
tí miskunn tín hon krýnir meg
við mildleika á trúarveg.

3. Tú vreiði tína ikki goymir,
ei setur at mær hvørja stund,
tú mínar mongu syndir gloymir
og lættir mína møddu lund.
Sum eystrið fjart frá vestri er,
mær firrað er hvør syndagerð.

4. Tí lov og tøkk vit, Gud, tær veita!
sum lívið okkum øllum gav.
Í trúgv vit vilja á teg heita
um stuðul tín sum studnastav
ígjøgnum deyðans dimma dal
og heim í Himmiríkis sal.

FavoriteLoadingGoym tekstin