Mín sál, Guðs lov tú syngi

Orð: C. J. Brandt
Lag: Hans Kugelmann
Týtt: G. Bruun

1. Mín sál, Guðs lov tú syngi
sum fuglafjøld í grønu líð,
hann náð tær hevur fingið,
hans navn’ man hjartað gleðast í;
í øllum vanda gav hann bót
og týndi synda rót,
hann teg at hjarta dregur,
títt banasár er grøtt,
hjá sær tær hvíld hann gevur,
so aldurs tyngd er løtt,
títt lív í hond hann hevur,
og øll hans ráðagerð er røtt.

2. Hann vilja sín tær kendi,
sítt náðiorð teg hevur lært,
á fold sín frið hann sendi,
og son sín ei hann hevur spart,
hans náði er um alla øld
ein á, ið dag og kvøld
kann geva sálum treystir
í hvørji neyð í verð,
sum sólskinsdagar bestir
hans friður gleði ber,
sum sól er sokkin vestur,
mín synd í kavið sigin er.

3. Ein faðir vil miskunna
við gleði sínum egnu smá,
og Guð mær vildi unna
sítt faðirnavn at heita á.
Hann kennir meg og veit, sum er,
at øll mín dýrd í verð
er bert sum gras á teigi,
í morgin er tað hoyggj,
sum blóma fín á heiði
so følnar føgur moyggj,
brátt lotar yvir leiðið,
so er várt lív á heimsins oyggj.

4. Guðs miskunn stendur eina
so føst sum fjallið ævum í,
og brúður sína reinu
hann kennist við um alla tíð,
tað fólk, sum helt hans sáttargerð,
á himni krúnu ber,
hvar einglafjøld í ringi
hans lov nú syngja má,
sum kempulið á tingi
um kongasæti stá,
tí allar sálir syngið:
Aleina hann skal æru fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin