Mín sál var so bundin, mítt fall var so stórt

Orð: Harry J. Zelley
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheiti: He brought me out of the miry clay/Han drog meg opp av det skitne dynd

1. Mín sál var so bundin, mítt fall var so stórt,
tí syndin í óføri meg hevði ført;
eg rópti á Jesus í svárari neyð,
hvør undurfull frelsa Hann av náði mær beyð.

Niðurlag: Hann dró meg upp úr tí myrku vrá,
tryggur tann Klettur, eg nú standi á!
Nú kann eg syngja, ja, hjartanum frá
ein fagnaðarsong, halleluja!

2. Hann dró meg úr díkinum inn á Guðs veg,
á Klettin Hin Æviga setti Hann meg!
Ei skeivur eg fari, ta vissu Hann gav,
um har eg meg haldi inntil ferðin er av!

3. Hann legði í munn mín ein fagnaðarsong!
Í rísandi sól sum tá kvøld gerast long,
mín sál flýtur yvir av frøi hvønn dag,
eg Frelsar’num prísi, eg Guðs kraft havi sæð!

4. Eg prísi Hans náði, Hann elskar meg so,
á, hevði øll verðin bert kent Hansar’ boð!
Eg prísi Hans frelsu, sum fall mær í lut,
at mong tað her hoyra og sær venda til Guð!

FavoriteLoadingGoym tekstin