Mín sál var í angist og stórari neyð

Orð: Óli Reinert
Lag: Jens Guttesen

1. Mín sál var í angist og stórari neyð,
eg rópti til Gud mangan dag.
Eg fekk tá at hoyra um Jesusar deyð,
at dómin hann bar í mín stað.

Niðurlag: Hans dýra blóð hevur loyst meg,
hans dýra blóð hevur loyst meg.
Ja, Jesus hevur goldið mína syndaskuld –
hans dýra blóð hevur loyst meg.

2. Sum ungur eg bað: „Harri, frels mína sál!“
Eg Jesus á krossinum sá.
Hann hekk har í deyðanum, drakk mína skál
og vreiðini frelsti meg frá.

3. Ómetalig náði, at Jesusar blóð
fult loysigjald er fyri meg.
Í syndarans stað hann í dóminum stóð
– og syndari júst eri eg.

4. Ein bjargaður syndari eri eg nú,
so stór er Guds náði mót mær.
Á deyða hans fyri meg havi eg trúð,
tað sælu og vissu mær ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin