Mín skattur

Signar í Homrum
Orð og lag: Signar í Homrum

Kom her mín skattur, og sit her hjá mær
lat meg vita hvat tú fegin vil
Sig mær hvønn tú hevur spælt við í dag,
hvønn tú teknaði hjartaði til
Er okkurt sum bagir, so sig tað við meg
fyri ongum eg siga tað skal
Í tínum eygum síggi eg dreymar,
og stjørnur í túsundatal

Hevur tú hug til at spæla eitt spæl,
ella kanska bert sita í frið
Vit kunnu eisini ganga ein túr,
og tú taka dukkuna við
Minnist tú hundin vit sóu í gjár,
og sum gekk aftaná okkum heim
Á vegnum vit hentaðu bunti av sóljum,
við ánna so vøkur og rein

Seinni í kvøld tá vit fara at sova,
so legg teg hjá mammu og mær
Eg skal finna uppá eina søgu,
og syngja ein sang fyri tær
Og meðan tú sovnar, eg kíni títt hár
og varliga balli teg inn
Fevni teg í mínum ørmun, ímeðan
tú sveimar í dreymarnar inn

FavoriteLoadingGoym tekstin