Mín søti Gud, Frelsari kæri

Darlene ZschechSímun Jóannesarson Hansen
Orð og lag: Darlene Zschech
Týtt: Símun Jóannesarson Hansen

1. Mín søti Gud, Frelsari kæri,
vissan er mín, eg eri tín,
og tú leiðir meg.
Á tínum veg eri eg.

2. Eymliga rødd tín kallar á meg,
vísir mær veg við tínum Anda.
Lær meg, áh, Gud,
at liva mít lív gjøgnum teg.

3. Rørdur av heilagleika tínum,
tak tú mítt lív.
Eg veit, tú kallar, kallar á meg,
Gud, eg biði teg:

4. Tak meg, mýk meg,
nýt meg, fyll meg.
Eg gevi lív mítt til mín leirkerasmið.
Skap meg, boygg meg,
før meg, leið meg tín veg.
Eg gevi lív mítt til mín leirkerasmið.

FavoriteLoadingGoym tekstin