Mín sunnudagsskúli kæri

Mín sunnudagsskúli kæri
eitt hvíldarpláss mær er;
sum lítli fuglur glaður
til reiðrið fjálga fer.
So leingist mínum hjarta,
til henda kæra stað,
so skundi eg mær higar,
á fund hvønn sunnudag.

Í sunnudagsskúla fara –
ein gleði er tað mær,
og frítt og lætt er sinnið,
tá øll vit syngja har.
Teir glaðu takkarsálmar
til Jesus, frelsaran,
og lurta eftir øllum,
ið verður sagt um hann.

Úr sunnudagsskúla mangan,
við sakni heim eg gekk,
men signaður og styrktur
av tí, eg hoyra fekk.
Har lambið finnur føði
og vatnið klára fær,
ei undur um tí leingist,
at koma tíðum har!

FavoriteLoadingGoym tekstin