Mín syndaskuld, hon var so stór

Týtt: Árni Jacobsen

1. Mín syndaskuld, hon var so stór
og øktist bert, sum tíðin fór,
men Jesus tók tað alt á seg.
Á krossinum á Golgata
eg hesa stóru frelsu sá:
Lív sítt gav hann fyri syndarar sum meg.

Niðurlag: Hann kom av himlahædd til jarðar
at taka burtur synd og stríð.
Hann kom av himlahædd til jarðar
at veita okkum ævigt lív.

2. Á krossin hann varð negldur har,
tó at hann syndafríur var:
„Fyrigev teim!“ hann bað til faðir sín.
Við ránsmannin við sína lið
hann segði: „Tú skalt vera við,
tá í dag eg komi Paradísið í!“

FavoriteLoadingGoym tekstin