Mín tíð er tær í hond

Orð: William F. Lloyd
Lag: Hans G. Nägeli
Týtt: Victor Danielsen

1. Mín tíð er tær í hond,
áh, Gud, tað best er mær!
Mín lutur, lukka, lív og sál –
alt hvíli heilt hjá tær!

2. Mín tíð er tær í hond,
ið hvat hon við sær ber;
tung ella løtt, myrk ella ljós –
frá tær tað alt tó er.

3. Mín tíð er tær í hond –
hví ivast, óttast tá!
Ónýtta sorg mín Faðir ei
vil leggja barn sítt á.

4. Mín tíð er tær í hond,
krossfesti Harri Krist!
Tín hond av míni synd er merkt,
tú væl meg leiðir vist.

5. Mín tíð er tær í hond;
eg teg vil líta á,
til eg títt andlit síggja skal
og í títt ríki ná.

FavoriteLoadingGoym tekstin