Mín trúgv upp til tín sær

Orð: Ray Palmer
Lag: Lowell Mason, Ebenezer Prout
Týtt: Victor Danielsen

1. Mín trúgv upp til tín sær,
Guds Lamb á trænum har,
mín Frelsari!
Lat mína bøn teg ná,
lat tína kraft meg fá –
áh, at eg tæna má
tær trúgvari!

2. Ja, ríka náði tín,
hon lívgi anda mín,
meg heitan ger!
Sum deyða mín tú bar,
so send mær hjálp frá tær,
at kærleikin í mær
ein eldur er!

3. Á lívsins villa veg,
tá sorg umringar meg,
leið tú meg tá!
Birt ljós á myrku leið,
meg styðja, um eg gleið –
áh, Harri, lat meg ei
tær víkja frá!

4. Og skuldi enntá meg
hin síðsti fíggindi
í favn sín kroyst,
á teg mítt hop er bygt,
tú tekur alla frykt,
og heim eg fari trygt,
ein sál út loyst.

FavoriteLoadingGoym tekstin