Mín vinur, sum mótfallin strevar teg fram

Orð og lag: Aud Karin Kjølvik og J.R. Blom
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Til deg du min venn

1. Mín vinur, sum mótfallin strevar teg fram
og kennir, at stríðið er hart,
tú undrast og spyrt: Hevur Harrin meg gloymt?
Títt hjarta er byrðað og sært.

Niðurlag: Eg bera tær vil eina heilsan og troyst
frá Harranum Jesusi her,
hann sigur: Mítt barn, blóð mítt hevur teg loyst,
trygt skjól her í klettinum er!

2. Tú tryggur kanst hvíla í Frelsarans hond,
tí barnarætt fekst tú ein dag,
og tykist ólagalig leið tín og vánd,
hon ber tó mót Himmalsins stað.

3. Og vónin, tú fekst, tá tú trúði á hann,
alt bjartari gerist í tær.
Skjótt flytur tú hagar, ei synd er og bann,
til staðin, sum myrkur ei sær.