Mín vón er bygd á eitt í dag

Orð: Edward Mote
Lag 1: William Batchelder Bradbury
Lag 2: James G. Walton og Henri Frederick Hemy
Týtt: Victor Danielsen

1. Mín vón er bygd á eitt í dag:
Á Jesu blóð og eina tað;
eg veit mær onga aðra havn
enn hesa einu: Jesu navn.

Niðurlag: Á klettin Krist mítt hop er bygt,
ta einu grund, ið stendur trygt,
ta einu grund, ið stendur trygt.

2. Er myrkrið nær, hans andlit fjalt,
hans náði ber meg tó um alt;
í hvørjum vanda, hvørji ódn,
trygg ævigt eru Harrans børn.

3. Hans lyfti, sáttmáli og blóð
er grundin tann, ið ævigt stóð;
um alt umkring meg svíkja má,
á Jesu navn eg líti tá.

4. Tá við basún hann koma skal,
mín sál skal møta honum sæl,
og í hans rættferð klæddur tá
eg frelstur standi honum hjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin