Minnist tú enn

Orð og lag: Simme Arge Jacobsen

So mangan brestur ætlan,
um enn hon væl er meint,
tað sanni eg við tungum hjarta.
Tú ert ei longur hjá mær,
nú er tað væl ov seint,
nú svunnin er tann hugsjón bjarta.

Minnist tú enn, minnist tú enn,
tá tú vart hjá mær,
alt var so gott, sum tað var,
eg havi longst eftir tær.

Minnist tú enn, minnist tú enn
hin dagin, vit glað
fóru í hagan ein hásummardag.

Og vit gingu so fegin
um heygar og gil
hond í hond, – einans vit vóru til.

Minnist tú enn, minnist tú enn,
hitt kvøldið, tá eg
hoyrdi teg siga, tú elskaði meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin