Míns Faðirs lítli boðberi

William Gibson Sloan
Orð: William Gibson Sloan
Lag: Jens Guttesen
Týtt: Jukim Olsen

1. Míns Faðirs lítli boðberi,
sig, hvat er tað, tú vilt?
Eg tína yndisligu rødd
so fegin vildi skilt.

2. Um enn tú ei kanst mæla orð,
eg læra kann av tær,
at hann, ið gevur dagligt breyð,
vil syrgja fyri mær.

3. Tú kveikir í mær takkarsong,
so sorgleyst er títt flog,
tú heilsar frá tí Alvalda
og bert mær lívsins boð.

4. Tín nærvera, hon boð mær ber,
at eg ei stúra má,
tí hann, sum skapti teg og meg,
veit altíð veg og ráð.

5. So lat meg læra hetta væl
og ikki gloyma, nei,
at eg í gleði, trúgv og vón
má ganga smølu leið.

6. Men eins og tú jú royndur ert,
tað sama sanni eg,
tó syngi glaður eg sum tú,
tí Jesus frelsti meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin