Í míns Faðirs ljósa Húsi fylt við signing, gleði, frið

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Í míns Faðirs ljósa Húsi fylt við signing, gleði, frið,
búgvið borðið er við rættum, børn Hans støðugt ynskja meir!
Sangur ljómar, látur hoyrist dag um dag og ár um ár,
tó Guðs faðirsrødd eymt ljóðar og Hans eygu fella tár:

Niðurlag: “Mítt Hús má verða fult, – men óskorin grøðin
stendur enn, sig, hvør vil heysta inn í dag?
Skarin mettur tykist vera við hitt yvirfylta borðið,
men fáur til skurðar fer út, ja, fáur til skurðar fer út!”

2. “Reis teg upp frá borði Mínum gjøgnum gluggan kaga út,
uttanfyri ljósa sal Mín valdar angist, sorg og sút!
Markin búnað er til skurðar, – ongan skurðmann síggi Eg!
Við hitt yvirfylta borðið síðstu ferð Eg kalli teg!”

FavoriteLoadingGoym tekstin