Minst til at biðja á morgni

Orð: Ókendur
Týtt: Árni Jacobsen

1. Minst til at biðja á morgni,
minst til at biðja á degi við.
Minst til at biðja á kvøldi,
tað hjartanum gevur frið.

2. Gud hoyrir bønir á morgni,
Gud hoyrir bønir á degi við.
Gud hoyrir bønir á kvøldi,
hann hjartanum gevur frið.

3. Jesus kann koma á morgni,
Jesus kann koma á degi við.
Jesus kann koma á kvøldi,
tá hevur títt hjarta frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin