Minst til at biðja Faðirvár

Hans Andrias DjurhuusChristoph Ernst Friedrich Weyse
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Christoph Ernst Friedrich Weyse (Nú vakni øll úr svøvni glað)

1. Minst til at biðja Faðirvár,
minst til at signa teg;
tá sendir Harrin eingil sín
at hjálpa tær á veg.

2. Og Harrans góðska fylgir tær,
ið hvar tín fótur fer,
og eingilin við tína lið
tær altíð góður er.

3. Á songarstokki situr hann
og signar svøvnin tín;
hann gevur tær ein ljósan dreym
og leiku fríð og fín.

4. Og grætur tú, hann kínir tær
og turkar tíni tár –
tí skalt tú altíð signa teg
og biðja Faðirvár.

FavoriteLoadingGoym tekstin