Miskunna mær, Gud, tí misgerð mín

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag: Eg ungur var og fattur við
Viðmerking: Yrktur á krossmessu 2007.

1. Miskunna mær, Gud, tí misgerð mín
er størri, enn eg kann bera,
tú náða meg, so at várkunn tín
meg reinan frá synd kann gera.

2. Eg misgerðir mínar fullvæl veit,
eg synd mína altíð síggi,
tá Gud til sannleiks at mær leit,
í iðran til hans eg flýggi.

3. Í misgerð og synd eg føddur varð,
hvønn dag eg dálkaður verði,
tí reinsa meg, Gud, miskunna mær!
og reinan frá synd meg geri.

4. Ja, skapa mær hjarta reint, o, Gud,
og gev mær ein nýggjan Anda,
í honum at ognast sælan lut:
eitt sinn við Guds ásjón standa.

5. Lat meg við gleði boða Guds prís
og gudleysum vegir tínar,
á frelsu manna syndara vís
og bót fyri syndir sínar.