Miskunnarsami Guð, mildi Harri mín

Thomas KingoJóannes Patursson
Orð: Thomas Kingo
Lag 1: Gamalt føroyskt sálmalag
Lag 2: Knút Olsen
Týtt: Jóannes Patursson

1. Miskunnarsami Guð, mildi Harri mín,
so syndatyngdur eg komi til tín,
og kæri mína neyð fyri tær,
tú einasti, sum mær bjargað fær.

2. Misgerningar mínar fara lat,
Gloym mína synd, tak meg tær aftrat,
og tváa meg reinan og hvítan sum lín
av øllum ódygdum, Harri mín.

3. So kært, Guð, tær einki knæfall er
sum iðrandi hjarta, ið bønandi ber
tær boð fyri sær, og lítur á teg:
Miskunna mær Guð og náða tú meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin