Missið ei mótið, tí stríðið er av

Orð og lag: Charles Hutchinson Gabriel
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Some bright morning

1. Missið ei mótið, tí stríðið er av
skjótt ein morgun,
ódnin vil leggjast, og stilt verður hav
skjótt ein morgun.

Niðurlag: Skjótt ein morgun, sælan morgun,
Jesus aftur koma skal í skýnum brátt
skjótt ein morgun, sælan morgun,
sólin ævigt skína skal, og burt er nátt.

2. Troyttandi byrðum vit øll sleppa frá
skjótt ein morgun,
fyri ein kross her vit krúnu har fá
skjótt ein morgun.

3. Arbeiðið íðin, tí hvíldin er nær
skjótt ein morgun,
hvør tann, ið virkar, hann lønina fær
skjótt ein morgun.

4. Áh, hvør ein gleði, ein fagnaðarstund
skjótt ein morgun,
tá øll tey frelstu har koma á fund
skjótt ein morgun.

5. Við teimum kæru, vit her skiltust frá,
skjótt ein morgun
lívsæl vit Lambinum lovprísa tá
skjótt ein morgun.

FavoriteLoadingGoym tekstin