Mitt á Vaglinum

Orð: Ónevndur
Lag: Vísulag / Min Amanda var fra Kerteminde

Mitt á Vaglinum har dansar Jetta
meðan fólkini øll hyggja at,
hon er skít og torir upp at fletta,
tá politiið trokar seg framat.
Fýsir hon og murrar sum ein ketta,
tá hon hálar blusuna uppum
og til menninar hon rópar: Hetta
eru boppur til at halda um.

Sum ein hýasint vil Jetta spretta
folda út í dans fortrongdan list,
hoppar vill útí ein hyl at steppa
dansa boogie, reyvadans og twist.
Síða hárið sleingist runt um Jettu,
lívlig er hon og so tekkilig.
Stelka eygu undir ulpuhettu,
hyggja hungrandi, ómettulig.

Og teir sleikja allir sær um munnin,
onkur gamal turkar burt eitt tár,
men við eitt er Jetta heilt forsvunnin
í salatfatið við húð og hár.
Og tá standa allir har og vóna,
frá elsta gubba og til yngsta drong,
men at enda man í buksum dovna
tí at Jetta er koyrd heim í song.

FavoriteLoadingGoym tekstin