Mítt akker helt

Orð og lag: Lawrence Chewning og Ray Boltz
Týtt: Árni Jacobsen

Mítt akker helt
ferðin liggur
gjøgnum myrka nátt,
um víða opna hav.
Á vandakós
sást ei ljós,
men Jesu eyga aldri svav.

Mítt akker helt
hóast ódnarveður.
Mítt akker helt
hóast segl so skrødd.
Mangan lá eg har á knæ,
mót aldubrotum bað,
men mítt akker helt
– eg kendi hans rødd.

Stórar vónir
og dreymar við
eg tíðum helt í míni hond.
Mangan kendi eg,
vínir sviku meg,
fuku sum sandur fram við strond.

Eg yngri var,
eri eldri nú,
mangt vakurt var, sum
mítt eyga sá.
Men í myrku nátt
tá ódnin herjaði á,
Guds stóra kærleik
eg fekk sjá

Mítt akker helt
hóast ódnarveður.
Mítt akker helt
hóast segl so skrødd.
Mangan lá eg har á knæ,
móti aldubrotum bað,
men mítt akker helt
– eg kendi hans rødd.

Mangan lá eg har á knæ,
móti aldubrotum bað,
men mítt akker helt
– eg kendi hans rødd.

FavoriteLoadingGoym tekstin