Mítt álit, mín vón bert er

Orð og lag: Jonas S. Pettersen
Týtt: Karolina Øregaard

1. Mítt álit, mín vón bert er
á Harran eina,
um armur og veikur her,
mær leið vil beina.
Hann vera mín klettur skal,
meg verja, varða,
um vandarnir uttan tal
meg hótta, særa!

2. Hann er nú mín frelsuborg,
har eg kann hvíla,
og gleðast eg kann í sorg,
tá ódnir ýla.
Um freistingar herja á,
meg niður bróta,
mín Jesus mín hjálp er tá,
eg frið kann njóta.

3. Áh, signaða hvíldarstað
við Jesu hjarta,
har finni eg ljós og læ
í myrkri svarta.
Har fjald er hin dýra ogn,
ei verðin kennir,
har ódnin er vend í logn,
lívskeldan rennur.

FavoriteLoadingGoym tekstin