Mítt eyga móti offurheygnum skoðar

Orð: Edwin Young
Lag: Harry E. Storrs
Týtt: Johannes Nilssen
Upprunaheiti: Säg, har jag räddat någon själ från döden / How many are the lost that I have lifted

1. Mítt eyga móti offurheygnum skoðar,
á Golgata, har Jesus hekk,
í Andanum ein kærleikseldur logar,
mín Jesus fyri meg í deyðan gekk!

Niðurlag: Á, havi eg frá deyða sálum bjargað,
leitt nakran syndara av villum veg?
Meg sjálvan Honum velji heilt at halga,
tí Hann Seg Sjálvan ofraði.

2. So mangar dýrar løtur burt eg spilti
og Jesusi so fáar gav;
og elskað ei mín Harra, sum eg vildi,
so mangar dýrar tímar burt eg svav!

3. Í dalinum ei longur vil eg bíða,
bert heimeftir nú leingist eg!
Á, tak mítt hjarta, Jesus kæri, hjálp mær,
at kalla sálir inn á Lívsins Veg.

Niðurlag: Á, havi eg frá glatan nøkrum bjargað,
leitt nakran syndara av villum veg?
Víst kundi eg gjørt meira fyri Jesus,
Hann, sum Seg sjálvan ofraði.

FavoriteLoadingGoym tekstin