Mítt fagra land

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Knút Olsen

1. Mítt fagra land, so stolt og sterkt,
av ódnum bart,
í fornum jarðareldi hert,
av jøklsísi skurvut merkt,
tó líka djarvt
tú bert títt høvur høgt og frítt
og brosar blítt.

2. Mítt land, mítt land, mítt móðurland,
tá barn eg var,
eg knýtti at tær ástarband;
úr fjalli og á fjørusand
tú dýrt ert mær.
Hvørt sund, hvørt sker, hvønn stein, hvørt strá
eg elska má.

3. Eg elski tína blómulíð,
tín gylta dal,
tín fuglasong á summartíð
og áirnar við eyrriðum í,
títt fossaspæl,
tín sjógv, sum føðir fisk og hval
í ómett tal.

4. Eg elski tína síðu skor,
tín lundaring;
tín bylgjudans um bátaborð;
men mest títt fólk. Ei geva orð
um heimsins kring
í míni sál so sælt eitt ljóð
sum: land og tjóð.

5. Her slitu fedrar sína tíð
í sorg og gleim,
ei gjørdist lagnan altíð blíð,
tó fúsir teir við blóðsprongt stríð
sær bygdu heim.
Nú hvíla teir í síni jørð,
og trúgv hon grør.

6. So sárar sigast søgur frá
um hildarleik,
so mangur søkk í bylgju blá,
og blóðugt lík á hellu lá,
tá upsin sveik.
Men teirra stríð og stórverk prúð
oss lívga nú.

7. So hvíli fedrar væl í frið
og gloymdir ei.
Hin dýra arv, vit tóku við,
várt fagra mál, vár fríða sið,
várt æviskeið
á fyrndargrund at fremja væl
nú vígast skal.

8. Gud, signa tú mítt dýra land,
mítt heim í verð,
so gjøgnum sirm og sólarbrand
tað grør til fagran blómustand,
og fruktir ber.
Tín miskunn fevni mild og blíð
um dal og líð.

9. Mín tjóð! Gud lat’ teg vísdóm fá’
til heimsins gagn,
so kærleiki og semja má
ímillum manna eiga ráð.
Við rættarmagn
tú vinn tær fram; statt stolt og frí
um alla tíð.

FavoriteLoadingGoym tekstin