Mítt føðiland, tú ríkt ert fyri mær

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Peter Alberg

1. Mítt føðiland, tú ríkt ert fyri mær,
um eingin annar kann tað ríka finna.
Hin sterka bylgja, sum mót strondum slær,
man meg á fagrar, fornar søgur minna.

2. Hoyrt havi eg títt kvæði, vilt og treyst,
á vetri og á vársins fríska degi,
á ljósum sumri og um myrka heyst.
Tað er so sterkt, so dragandi og egið.

3. So álvarsmikið fjalladunið er,
tó stormur breiðir út teir víðu veingir,
tá sær mítt eyga eina aðra verð,
har ljóða tínir djørvu, treystu sangir.

4. Hvat vakurt hevur tú mær ikki sagt,
tá dagur skýmingsløtu stevnu setti,
og døggin seg á bomu hevði lagt,
og rytan sat so tigandi á kletti.

5. Er sorgarfult og stúrið sinni mítt,
hjá tær, mín móðir, finni fragd eg aftur.
Tú styrkir og tú gleðir barnið títt,
við barmin tín gerst tungur hugur lættur.

6. Eg gleðast vil, o móðir mín, hjá tær,
til tess at lívsins løtur burtursvinna.
Tí tú ert stór og vøkur fyri mær,
um eingin annar kann tað vakra finna.

FavoriteLoadingGoym tekstin