Mítt gamla land

Orð: Sólrun Michelsen
Lag: Knút Olsen

mítt gamla land
við tíni fyrndarkendu tign
ei nýtist tær at smæðast
tí eittans valt ímillum mong
tú reiddi tínum fólki song
í allar hesar øldir
og dýrdarkvøld tær kagar
í havsins stóra spegil
sum aldursleysa kvinnan
í grønum blonkum silki
so yndisligt og friðsælt tá
mítt vakra land

mítt váta land
tá regn og mjørki sveipar teg
í dagar sum eitt teppi
so eiturfínt sum vovin ull
so mjúk og bleyt av dropum full
og smáir løkir trilkast
og streyma niður bergið
sum hárið loyst úr flættu
har droymir tú teg burtur
í tínar gomlu dreymar
so hulisligt og inntonkt tá
mítt grøna land

mítt sterka land
tá vetraródnir herja á
tú ikki undan víkur
so háandi tú stendur har
og upp í villa stormin lær
hann altíð fyrstur dvínur
tó um hann megnar øsa
ta havbylgju sum roynir
at skaða teg og týna
tú letur teg ei ræða
so bringubratt og egið tá
mítt stolta land

mítt lítla land
so dragandi í summarskrúð
við áartutli lívi
og náttarsól á himli stóð
við vón um ævinleika tó
kom heyst við brúnum heiðum
har fuglalátur tagdi
við vetrarhvítum oyggjum
har vónin fjald man dvøla
um vár og lívsins morgun
tí allar tíðir standa má
mítt egna land

FavoriteLoadingGoym tekstin