Mítt heim er ei á foldum á hesum tronga veg

Orð og lag: Nils Frykman
Týtt: Victor Danielsen

1. Mítt heim er ei á foldum á hesum tronga veg,
sum allir mínir fedrar her gestur eri eg;
men í míns Faðirs ríki mær bíðar bústaður,
sum aldri her á jørð fann sín líka.

Niðurlag:
Sæla heim, fagra stað,
har frelst og einglar syngja so glað!
Áh, tann hvíld, áh, tann troyst,
mær innan fyri portrini bíðar!

2. Sum sjómaður í storminum tráar havn at ná,
so leingist mær til heimið teim gyltu strondum á,
har stormar ikki ýla, har sjógvar bróta ei,
har einki hjarta stúrir og saknar.

3. Ein gleði stór tað verður, úr sorg og myrkri her,
at flyta heim í staðin, har gøtan gullløgd er,
og við teim frelstu syngja hin nýggja songin har
og hørpu leika har til Guds æru.

FavoriteLoadingGoym tekstin