Mítt heim er har hinumegin támið

Orð og lag: James McGranaham
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Mítt heim er har hinumegin támið,
har tímaglas mítt ei rennur út;
har aldri skiljast vit skulu meira
og ævigt endað er sorg og sút!

Niðurlag: Á, sæla Heimland hjá Jesu vinum,
har finst ei meir nakað sorgartár;
tí syndasárið ei meira svíðir,
tá eru lekt øll tey djúpu sár.

2. Ei nakar sjómaður meir í havsneyð,
skal vónleyst søkja sær trygga havn.
Ei mamman meir syrgir mista barn sítt,
tí havið opnar ei meir sín favn.

3. Ei ferðarmaður av møði boygdur
skal meira leita sær náttarskjól.
Har ævigt gloymd er hin myrka grøvin,
har ræður lívið og ævig sól.

4. Har suffar eingin, ei sólin setir,
og eingin bivar tí nátt er nær.
Nei, øll har syngja tey morgunsangin,
tí Guð er sólin, sum ævigt sær.

5. Mítt heim mær bíðar á lívsins strondum,
har friður hjartans ei følnar, fer.
Við sigurspálmum í sínum hondum,
hvør ein sín fagna til Lambið ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin