Mítt himmalheim so fagurt er

Orð: William Hunter
Lag: James David Vaughan
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: I feel like traveling on

1. Mítt himmalheim so fagurt er,
nú dýrdin stavnhald mítt er!
Ei deyði, synd har skaða ger,
nú dýrdin stavnhald mítt er!

Niðurlag: Ja, nú dýrdin stavnhald mítt er!
Nú dýrdin stavnhald mítt er!
Mítt himmalheim so fagurt er,
nú dýrdin stavnhald mítt er!

2. So góður Harrin er mót mær,
nú dýrdin stavnhald mítt er!
Inntil eg heimið síggi har,
nú dýrdin stavnhald mítt er!

3. Nú langt á málið ikki er,
nú dýrdin stavnhald mítt er!
Og liðug er mín himmalferð,
nú dýrdin stavnhald mítt er!

FavoriteLoadingGoym tekstin