Mítt hjarta fylt við tráan og dýrum vónum er

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Levi Backman (Aftonklockor / Där någonstans i fjärran där finns ett annat land)
Viðmerking: Yrktur í 1998.

1. Mítt hjarta fylt við tráan og dýrum vónum er,
frá lívsins tunga stríði ein djúpur longsul ber
mót ævinleikans hæddum, mót Lívsins Landi heim,
har frelst í allar ævir nú njóta frið og gleim.

2. Í skundi mót tí Landi eg stevni nú avstað,
og einki mær skal forða at náa tað ein dag.
Eg arvarætt til Landið fekk gjøgnum Jesu blóð,
nú gjøgnum lív mítt flýtur ein salvað Andans flóð.

3. Og ber mær lívið mótgongd og tvørleikar og trongd,
og menniskju meg svíkja, hvør hurð man tykjast stongd,
tá birtist í mær aftur av náði Guðs ein vón,
eg síggi sæla Landið – hvør søt og signað sjón.

4. Har er ei sorg og pína, ei líkskara ein sær,
og horvin er øll syndin, sum her so ilt ger mær;
ei teir, sum havið trongdi, í havsneyð koma meir,
Guðs Lamb til Lívsins keldu í frøi leiðir teir.

5. Tú ferðarmaður onnur á Lívsins Landið minn,
far út á torg og stræti og bjóða teimum inn!
Noyð hølt og blind at koma, til gloymd og særd tær vend,
og bind um opna sárið, til Harran hjartað bend.

6. Og vitsti tú, sum gongur og ikki kennir Guð,
hvør undurfull ein náði tær falla vil í lut,
um tú til Guð tær vendir við tíni trá og synd,
tú reinur gerst sum kavi í Lívsins droyralind.

7. Hvør dagur nærri Landinum ber meg søtt og trygt,
í Orðinum mær lovað er sæl ein endalygt;
tá skal við egnum eygum eg síggja Frelsaran,
og í ótaldum skara har syngja prís til Hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin