Mítt hjarta hvílir, áh, mín Gud

Orð: Anna L. Waring
Lag: Frederick Gooch
Týtt: Victor Danielsen

1. Mítt hjarta hvílir, áh, mín Gud!
Eg takka, prísa má;
mín sál er við tað kelduvað,
sum lívið flýtur frá.

2. Nú tú – og tú bert – fylla skalt
ta sál, tú skapti tær;
tí heimsins vøtn eg havi roynt,
og einki lív var har.

3. Tað lívsins vatn, eg havi søkt,
hvønn dag tað flýtur her;
tann kærleiki, meg fylla kann,
hjá tær, áh, Harri, er!

4. Og tí ein nýggjur songur er
í munnin lagdur mær;
takk fyri tað, tú her mær gavst,
og tað, mær bíðar har!

FavoriteLoadingGoym tekstin