Mitt í 60’unum

Páll Oddur Lamain Rubeksen
Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Eg havi altíð følt meg í fremmandum hami,
sum gest í egnum heimi,
sum ferðamann á nýggjum teigi.

Títt loft hevur altíð verið mítt gólv,
sjálvt um eg búgvi niðri í kjallaranum ímillum gomlu minnunum

Men hvønn seinnapart á beinkinum hjá mær,
sigur tú, at eg livi mitt í 60´unum,
sjálvt um eg eri føddur fyrst í 80´unum.

Tú føddist í gjár, men doyr nokk í morgin
Áðrenn hjartað slepst at blóma, spar meg fyri tín tóna.

At ganga í óslidnum grasi upp til knøini,
Slíkar hæddir fjala bløðini,
sum skera teg úr køini

Men hvønn seinnapart á beinkinum hjá mær

Sigur tú, at eg livi mitt í 60´unum,
Sjálvt um eg eri føddur fyrst í 80´unum.
Tí eg livi mitt í 60´unum,
sjálvt um eg eri føddur fyrst í 80´unum.

FavoriteLoadingGoym tekstin