Mitt í sjónum

Uni Arge
Orð og lag: Uni Arge

Mitt í sjónum millum fjøll og sund
skal eg njóta hvørja stund
millum fólk eg leingi kendi væl
eg í friði liva skal

Her er stórt og her er mangan smátt
her er gott og her grátt
og veitst tú hvat eg her eisini sá
onga betri kann eg fá

Hon er alt tað sum eg ynski mær
hon er tolin sterk og treisk
hon er hon og veit væl
hvat hon vil hvønn dag
um eg ivist ella stúri nógv
veit eg hvat eg gera skal
eg kann spyrja hana um alt
tí hon veit tað væl

Tí eg veit hvat bíðar eftir mær
hvar eg fór so var hon har
um eg dvaldi leingi burturfrá
var hon tað einasta sum eg tá sá

Hon er alt tað sum eg ynski mær
hon er tolin sterk og treisk
hon er hon og veit væl
hvat hon vil hvønn dag
um eg ivist ella stúri nógv
veit eg hvat eg gera skal
eg kann spyrja hana um alt
tí hon veit tað væl

Hon er klók og fitt
og hon elskar meg
hon er alt eg krevja kann
uttan hana var eg hálvur her
nú kann eg heilur leita út í verð

Hon er alt tað sum eg ynski mær
hon er tolin sterk og treisk
hon er hon og veit væl
hvat hon vil hvønn dag
um eg ivist ella stúri nógv
veit eg hvat eg gera skal
eg kann spyrja hana um alt
tí hon veit tað væl

FavoriteLoadingGoym tekstin